Uttandura hitapottur
Njót eina deiliga fríløtu í okkara luksus uttandura hitapotti. Potturin er tað besta staðið at njóta eina stilla og avslappandi løtu, eftir ein upplivingarríkan dag. Við pláss fyri tær og tínum nærmastu, finst neyvan ein betri máti, at enda dagin upp á. Hitapotturin kostar 1.000 kr. at leiga per uppihald. Bílegg beinleiðis tá ið tú bíleggur gisting, ella send okkum ein fyrispurning, eftir tú hevur bílagt, so senda vit eina gjaldsleinkju til tín.
Reglur fyri nýtslu av hitapottinum
Fyri at tryggja, at øll fáa eina góða uppliving í pottinum, mugu hesar reglur fylgjast:
Fyri at tryggja, at vatngóðskan er ílagið, verða allir gestir bidnir um at vaska sær væl, áðrenn farið verður í pottin. Tildømis má alt smyrsl vaskast av.
Børn mugu ikki vera uttan uppsýnan: Børn mugu ikki brúka hitapottin, uttan so, at ein vaksin heldur eyga við teimum. Hetta er umráðandi, fyri at fyribyrgja óhapp og skaðar.
Hitapotturin hevur pláss fyri upp til 5 fólkum. Yvirhalt vinarliga hetta mark, fyri tína egnu trygd og vatngóðskuna.
Vatnið skal haldast reint, og tí er ikki loyvt at eta ella drekka, meðan tú ert í pottinum.
Brúka ikki hitapottin, um tú hevur opin sár ella húðbruna.
Tú, sum leigari av Penthouse Krambatangi, hevur ábyrgd av, at hesar reglur verða hildnar.
GG! Um hesar reglur ikki verða fylgdar, og potturin verður eftirlatin skitin og tvitin, verður ein eyka rokning send til tín, eftir útskriving.



