www.penthousekrambatangi.fo

Luksus, Vælvera og Útsýnið – uppliva tað besta av Suðuroy í Penthouse Krambatangi

Vælkomin til Penthouse Krambatangi

Ein stuttan gongutúr frá Krambatanga, finnur tú hesa stásiligu íbúð, við alskyns hentleikum. Við pláss fyri upp til 13 gestum, bjóðar Penthouse Krambatangi tær 4 stór kømur, øll við egnum klædnaskápi. Harumframt hava tvey av kømrunum inngongd til egið baðirúm. Trý av kømrunum hava egnan flatskerm við Smart TV. Fyri uttan tvey baðirúm við brúsu, hevur íbúðin eisini eitt størri stásiligt baðirúm, við brúsu og baðikari. Skiftiborð, barnastólur og barnasong er tøkt til vitjandi, ið hava smábørn við.

Stovan er eitt hugnaligt samlingsstað. Á vegginum hongur ein stórur flatskermur við altjóða sjónvarpsrásum. Hugna tær saman við familju ella vinum, til fótbóltsdystir, Netflix, ella enntá Gekkin. Køkurin hevur uppvaskmaskinu, mikroovn, umframt alt tað, ið vanliga er at finna í einum nútíðarhóskandi køki. Vaskimaskinu og turkitrumlu finnur tú í niðastu hædd.

Frá køkini, kemur tú út á eina stóra altan, har ið tú kanst njóta frálíka útsýnið út á fjørðin, ið liggur stutt harfrá.

Og fyri at seta prikkin yvir i’ið, hevur íbúðin eitt stórt og hugnaligt útigólv við hitapotti, brúsu, sitiplássi og gassgrill. Garður er allan vegin rundan um, og er hetta tí eitt frálíkt økið til børnini at spæla í.

Stutt frá Penthouse Krambatangi, liggur Salt, ið hýsir konsertum, filmsframvísningum o.a. Tórsdagar og sunnudagar í vetur, hevur Café Salt opið.

Atkomuliga íbúðin er vælegnað til rørslutarnað. Ein lyfta er í niðaru hæddini, ið kann brúkast til barnavognar og rullustólar.

Henda íbúð kundi ikki verið betri egnað til familjur, vinir, bindiklubbar, ella ein og hvønn, ið leitar eftir einum staðið, ið hevur allar hugsandi hentleikar, í vøkrum rammun.

Her finnur tú okkum